‘Gamli’ - Vestmanna Kommuna
Type:
Architectural Design
Client:
Vestmanna Kommuna, (vestmanna.fo)
Location:
Vestmanna, Faroe Islands
Year:
2025
NOTE! This project is currently under construction… More info and visuals coming soon.
Hetta sniðgevingsuppskotið fevnir um eina uppíbygging av neystinum, har Vestmenningur ‘Gamli’ skal standa.
“Gamli”, smíðaður av Jógvani í Skálum í 1927, var fyrsti kappróðrabátur í Føroyum. Hóast báturin ikki er í brúk í dag hevur hann ein heilt serligan týdning fyri Vestmenningar og ikki minst fyri føroyskari kappróðrarmentan.
Sniðuppskoti er einfalt, við denti á, at báturin skal vera lætt sjónligur uttanífrá, men værdur fyri veðri og dagsljósi. Við atliti til nærumhvørvið, sameinar uppíbygningurin grannalagið og hini neystini. Hendan samanflættingin saman við tí einfalta tryggjar, at hvíti báturin, við grønum og gulum strípum, skilur seg frá og verur hálýstur.
(ENGLISH TRANSLATION)
Uppíbyggingin setir ‘Gamla’ í miðdepilin, har hann stendur sum ein glotti millum myrku og rustaðu litirnar.
Opnu træhurðarnar og lendingin, sum leiður oman á sjógv, geva eina kenslu av, at báturin er klárur at leggja frá landi.
Tey tilgjørdu ljósini, lýsa bátin upp niðrifrá, sum saman við symmetriska sniðinum, bera brá av, at “Gamli” er týðandi og virðismettur.
Útsýnið og vindeyga eystureftir inrammar og dregur síðuprofilin av drekanum framm.
Grótgarðurin leggur seg horisontalt og síðani diagonalt ímóti sjónum, paralellt við tekjuna. Íblásturin til garðin kemur frá føroysku uppruna neystunum, sum vóru gjørd úr lagagróti við torvi sum festara.
Tilfarsvalið til uppíbygningin er úr íblástri frá upprunaliga føroyska neystinum úr gróti, rekaviði og flagtaki og einum samtíðar íkasti, sum fellir inn saman við núverandi nærumhvørvið.
Aluminiumsplátur/rukkujarn, polycarbonat, grót, impregnerað timbur v. linoljumáling, betong, herdað glas.